Um eysturlund
Vestas v117 4,2 mw
Soleiðis eita vindmyllurnar. Hetta eru júst tær somu, sum okkara seks, sum roynast sera væl á Gellingarkletti. Við einum veingjaspenni upp á 117 m og við eini hædd upp á 91,5 m, eru tær tær størstu í Føroyum og standa tær stútt – eisini tá ið trái útsynningurin ger um seg.
Hví eina orkulund?
Við at framleiða enn meira grøna orku gerast vit meira sjálvbjargin og minni tengd av innfluttari olju. CO2 útlátið skal minka. Orkulundin kann framleiða orku svarandi til 10% av samlaðu oljunýtsluni í Føroyum – á sjógvi og á landi. Tað vilja vit í Effo gera og tað ynskja fleiri av okkara kundum eisini. Eftirspurningurin eftir burðardyggari orku er vaksandi og neyðugt er, at vit kunnu nøkta eftirspurninginum eftir grønari orku. Fólk og vinna seta sær høg mál innan burðardygd, og teimum mugu vit og ynskja vit eisini at eftirlíka.